Tað er í Føroya Sparikassa stovnað ein konto, har øll eftir førimuni kunnu gjalda pening inn. Kontoin stendur í navninum hjá »Fyrlyskorpset, Uttegate 16 A, oslo v/Ernu og Njál Djurhuus«. Peningurin, ið kemur á hesa konto, fer ikki til Frelsunarherin, men óskerdur til Fyrlyskorpset i Urtegate 16 A, og einans tey kunnu taka pening út av hesi konto.
Kontonummari er: Føroya Sparikassi 9181 - 1286120
Vónandi kemur eitt sindur av peningi á hesa konto, so Erna og Njál kunnu gera jólini eitt sindur hugnaligari fyri tey, sum einki heim og onga familju hava at hugna sær saman við um jólini.
Blíðar heilsanir
Sverri Djurhuus