Ein heimssøgulig mynd

Tað var einki minni enn ein heimssøgulig løta, tá filharmoniska orkestrið í New York hevði konsert í Norðurkorea í gjár

Til fyri stuttum hevði tað verið ein óhugsandi tanki at ímynda sær, at filharmoniska orkestrið í New York skuldi hava konsert í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang.

 

Men í gjár var tað heimskenda orkestrið á palli har, og fyri einari fullsettari konserthøll legði orkestrið fyri við at spæla norðurkoreanska tjóðsangin og síðani tann amerikanska. Allir teir 1.500 áhoyrararnir stóðu, meðan orkestrið spældi teir báðar tjóðsangirnar, og fagnaðurin var óførur.

 

Løtan var sermerkt, tí fyri minni enn fimm árum síðani setti George W. Bush, forseti, Norðurkorea í bás saman við Iran og Libya, og formliga hava USA og Norðurkorea verið í kríggi síðani Koreakríggið í fimmtiárunum.

 

Kortini stuðlaðu amerikonsku myndugleikarnir ferðini og konsertini, og norðurkoreanska sjónvarpið sendi ta 90 minuttir longu konsertina beinleiðis.