Fiskivinna
Upsafiskiskapurin er rættiliga góður í løtuni. Skipini fáa so nógv í lastina, sum manningin megnar at kryvja undan.
Mánamorgunin lógu øll skipini hjá P/F Beta landingarklár í Saltangará; Gorpur og Skrápur høvdu 260.000 pund, Trastur og Skarvur 270.000 og nýggju trolararnir, Stelkur og Bakur, høvdu ikki færri enn 350.000 pund.
Aftrat skipunum hjá Beta, lá eisini trolarin, Vesturskin og garnaskipini, Oknin og Vesturland, í Saltangará.
Ragnar Olsen sigur, at øll skipini hjá felagnum fingu uppí um vikuskiftið, og tí gjørdist landingartrýsið so stórt mánamorgunin.
Hann vísir á, at tvey av skipunum fingu uppí fyrr enn væntað, og tí komu øll skipini inn í senn.
- Skipini, sum hava verið úti longst, hava verið úti í eina viku, sigur hann.
Góður fiskiskapur
Ragnar sigur, at upsafiskiskapurin er góður, og skipini fáa so nógv, sum manningin megnar at kryvna undan.
Spurdur, hvussu upsastøddin er, sigur hann, at fiskurin er misjavnur.
- Tað er eisini ymiskt millum skipini, hvussu støddin á upsanum er ? alt eftir, hvar tey royna.
Á Beta megnaðu teir ikki av landa øll skipini mánadagin; nøkur skip mugu tískil bíða til týsdagin.
Væntandi verður onkur landing aftrat seinni í vikuni, og eitt nú veit Ragnar at siga, at ein týskari, sum fiskar kongafisk, kemur aftur hesa vikuna.
- Vit hava fingið at vitað, at vit fyribils kunnu vænta ein týskara um vikuna, sigur hann.
20 fólk í sving
10 mans eru beinleiðis við í landingini hjá Beta, og inni á virkinum taka eini sjey fólk ímóti fiskinum.
- Við øllum, sum landa, skilja, pakka, avskipa og avgreiða landingar og avskipingar á skrivstovuni, eru eini 20 fólk beinleiðis knýtt at fiskinum, tá ið mest er at gera, sigur Ragnar Olsen at enda.










