Ein heilt ótrúlig gáva

Hetta er ein heilt ótrúlig gáva.

Tað sigur Annils Bjarkhamar, stigtakari til átakið Í menniskjum góður tokki.

Hon hevur nú fingið ein kekk á 100.000 krónur frá Lions Klubbanum í Suðuroy.

Lions Klubburin í Suðuroy hevur savnað peningin inn við at selja jólakalendarar, har allur peningurin varð latin til Í Menniskum góður tokki.

- Hetta er nógv størsta upphæddin vit nakrantíð hava fingið frá einum einstakum gevara og eg haldi, at tað tað er ótrúliga flott, at nakar brúkar tíð og orku upp á at savna so nógvan pening saman til hetta átakið.

Lions Klubburin í Suðuroy hevur stuðlað átakinum á hvørjum ári.

Annlis Bjarkhamar sigur, at hesin stuðulin ger ófatiliga stóran mun hjá upp ímóti 70 familjum, sum eru illa fyri, men sum nú kortini fáa eini hugnaligari jól.

Hon sigur, at tey, sum fáa jólahjálp, fáa ikki pengar, men gávukort í ymsum handlum.

- Vit fáa ofta góðan avsláttur, so ein gáva á 100.000 krónur røkkur ómetaliga langt, sigur hon.

Hon leggur afturat, at tað er nettupp hjartatátturin í hesum átakinum, at nógv fólk taka lógvatak saman og savna pengar inn til tey, sum hava tað torført.

Umframt frá fyritøkum og felagsskapum, hava tey í ár eisini fingið serliga nógvan stuðul frá einstaklingum.

Hon sigur, at í ár hevur Í menniskjum góður tokki fingið væl meiri í stuðuli enn undanfarin ár.

Í fjør fingu vit 1,2 millión, men eg vænti, at vit fara at tátta í 1,5 millión í ár, sigur hon.

Síðstu gávukortini vórðu send fríggjadagin til tilsamans eru tað einar 430-440 familjur, sum fáa jólahjálp í ár og tað er áleið tað sama, sum í fjør.

Av tí, at so nógv kom inn í ár, hava tey, sum eru allar ringast fyri, fingið heldur størri gávukort, men sum heild liggja gávukortini frá 1000-4000 krónur til hvørja familju.

Umsóknin um jólahjálp frá einum 50 familjum varð ikki gingin á møti, tí mett var ikki, at tey lúkaðu treytirnar og tað er áleið tað sama, sum í fjør.

Tilsamans er áleið ein millión latin í stuðuli í ár.