Andstøðuflokkarnr eru gingnir saman um at leggja fram sítt egna broytingaruppskot til fíggjarlógina.
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn staðfesta, at samgongan fremur grundleggjandi skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk, har ongi yvirskipað mál ella visjónir eru fyri okkara land.
Politikkurin, sum verður førdur í Føroyum í dag, er tann sami, sum hevur leitt stóran part av heiminum í kreppu, við:
- at skapa størri ójavna millum samfelagsbólkar, - at geva nøkrum fáum fyrimunir og framíhjárættindi, - at fremja ógvusligar niðurskurðir, har tørvur er á at stimbra búskapin, - at binda seg til størri studning uttanífrá, - at brúka uppsparingina hjá framtíðar ættarliðum til skattalættar, - at steðga nýskipanum í vinnulóggávu og almennari fyrisiting, - og at niðurlaða teir samfelagsstovnar og skipanir, ið skulu skapa rættartrygd, framburð og búskaparligan stabilitet.
Vit í andstøðuni mæla til eina heilt aðra leið, ið byggir á teir ríku møguleikar vit hava í Føroyum at skapa einar nútímans Føroyar fyri øll. Við trivnaði, sterkum búskapi og fólkavøkstri. Einar Føroyar har tey, ið hava tørv á hjálp, fáa eina hjálpandi hond.
Vit ynskja:
- at styrkja samhaldsfestið í Føroyum, - at skapa einar sjálvberandi Føroyar, - at gera munandi íløgur í útbúgving og mentan sum drívmegi fyri framgongd, - at fremja vakstrarskapandi nýskipanir í vinnupolitikki, orkunýtslu og almennari fyrisiting, - at skapa menning kring allar Føroyar.
Samstundis minka vit um hallið á fíggjarlógini við 100 mió. kr., so okkara uppskot endar við einum halli á 153 mió. kr. í mun til 253 mió. kr. hjá samgonguni.
Høvuðsátøkini hjá okkum eru: - at stimbra búskapin og nýtslumøguleikarnar hjá fjøldini, - at umleggja skattalættan, so hesin eisini kemur lág- og miðalløntum til góðar, serstakliga barnafamiljum og støkum uppihaldarum, - at økja munandi um útbúgvingar- og mentanarøkið, - at lyfta tænastustøðið til útjaðaran heldur enn at skerja tað, - at steðga niðurskurðum og skerjingunum hjá teimum, ið tørva mest, - at fremja neyðugar nýskipanir innan vinnu, orku, almennari fyrisiting, heilsuverki og skúlum, - at lata almennum stovnum játtan til lønarvøkstur, - at økja um íløgurnar kring landið.
1
Álit og vón
Privata nýtslan hevur sjáldan verið lægri enn nú. Hetta er eitt greitt tekin um, at fólk kenna seg ótrygg um framtíðina, og at stórur partur av lág- og miðalinntøkunum í løtuni gjalda fyri skeiva politikkin.
Skattalættin til hægri samfelagsbólkarnar hevur ikki elvt til vøkstur ella økt virksemi, hetta vísa tølini fyri MVG-inntøkur hjá landskassanum greitt. Um skattalættin varð umlagdur, so hann í størri mun eisini kom lægri og miðalinntøkunum til góðar, hevði hetta økt um keypiorkuna hjá meiniga føroyinginum og virksemið í samfelagnum sum heild.
Samgongan hevur fráboðað, at almennir stovnar ongar lønarframskrivingar fáa í 2013 og komandi árini. Hetta merkir munandi sparingar, sum merkir minkandi starvsfólkatal og í fleiri førum uppsagnir. Hetta skapar ótryggleika og fólk aftra seg at brúka pengar. Tí minkar virksemið í byggi- og tænastuvinnuni, sum so aftur rakar skatta- og avgjaldsinntøkur landskassans.
Við at sleppa ætlaðu sparingunum og at umleggja skattalættan, høvdu vit eftir stuttari tíð fingið gongd á samfelagshjólini aftur og vent hallinum á fíggjarlógini til avlop.
Tað er eisini skeivur politikkur at niðurleggja einasta óhefta búskaparstovn Føroya - Landsbanka Føroya. Hetta hendir hóast allir partar, undantikið Felagið Peningastovnar, mæla frá.
Hartil er tað grundleggjandi skeivt at skerja Fróðskaparsetur Føroya, gera munandi niðurlagingar á mentanarøkinum, og at fremja ógvusligar sparingar innan fyritíðarpensjónsøkið, heilsu- og eldraøkið.
Við alternativu fíggjarlógini vilja vit vísa á, at til ber at velja eina heilt aðra leið fyri Føroyar. Tí føroyingar hava uppiborið betur.
----
Á Løgtingi, 11. desembur 2012
-----
Tjóðveldi - Javnaðarflokkurin - Framsókn
-----------
Fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni kann lesast í minnilutaálitinum til fíggjarlógina fyri 2013: www.logting.fo/files/casestate/12731/030.12%20Alit%20figgjarlog.pdf









