Ein heilskapað mynd av farnari tíð

Koltur er gomul markatalsbygd, og í oynni hevur av fyrstan tíð bara verið ein garður. Seinni er upprunaligi 16 marka garðurin farin sundur í tveir, og í jarðarbókini frá 1584 eru báðir garðarnir kongsgarðar. Tí er trúligt, at oyggin síðan tíðliga í miðøldini og fram til trúbótina hevur ligið til bispagarðin í Kirkjubø. Eldri garðurin var Heimi í Húsi og hin yngri Norðri í Gerði. Uttan um garðarnar vuksu fram teir báðir býlingarnir, sum síðan hava verið í oynni. Garðarnir fóru seinni aftur sundur í tveir, soleiðis at fýra garðar hava verið í oynni í nýggjari tíð, tveir Heimi í Húsi og tveir Norðri í Gerði. Eins og aðrastaðni í Føroyum hevur jørðin saman við útróðri verið grundarlagið undir búsetingini. Góð fiskimið eru at søkja, men harður streymur og mangan hættislig lendingarviurskifti hava forðað fyri menning av nútíðar fiskivinnu, og seinastu hálvt hundrað árini hevur støðug fráflyting verið. Koltur liggur nú øll aftur í einum festi. Hetta er í stuttum søgan um búsetingina í eini 1000 ár. Tíðin hevur havt fáar broytingar við sær, og av tí sama er oyggin ein sjáldsama heilskapað mynd av farnari tíð og farnari mentan.