Ein heilsan til gullbrúðarparið Gullborg og Kristian

 

Tá vit skulu senda eina heilsan til tykkum, er ringt at byrja, tí minnini eru so mong og góð. Eg minnist tá eg byrjaði at koma til sjómanskvinnuringin við tær Gullborg og hvussu Jesus víðari arbeiddi við mær til eg vendi um. Eg minnist aftur á allar tær ríku og hugnaligu løturnar uppi í Geilini hjá tykkum. Tykkara umsorgan og góða hjartaliga fyri øllum, tá farið varð undir at byggja Missiónshúsið, hvussu íðin tit vóru bæði við børn og at fyrireika alt tað, sum skuldi til fyri at fáa eitt hús og hvussu eldhugað tit vóru fyri sunnudagsskúla og møtum.

Tað kundi verið so mangt at skriva um, men vil eg við hesum fáum orðum senda okkara hjartans tøkk til tykkum við ynskjum um at Gud má signa dagin og framtíð tykkara.

Heilsan við Prædikaranum 11,1.


Bergljót og Bjarni