Ein heilsan til tey góðu og reinu í samfelagnum

Rógvi L. Svøðstein



Hvørjir eru møguleikarnir hjá samkyndum, sinnisveikum, rørslu- og seinmentum at stíga á eitt hátignarpláss, har allur rættur er komin frá teimum rættindum, sum í 17. øld vórðu ritað við vápnum, ið stolt vórðu havd upp í loftið til tess at verja rættin hjá tí einstaka menniskjanum til lív, kyn, samvitsku, talu- og samkomurætt, ið eru innan teim siðum og skikkum, sum ikki eru næstra hennara ella hansara til bága. Og tó, hvar er hesin samhugin, ið er sagdur at renna í æðrum okkara? Tí fyri tíð síðan var at hoyra og síggja í prent- og loftmiðlunum, at fólk høvdu savnað saman undirskriftir til tess at nokta, at ein verkætlan, ið var til tey, ið ikki eru eins og tey mongu í samfelagnum, skuldi steðgast. Tað ræðuliga, ið var ætlað at byggja beint við teirra sjálvsøgdu halguhúsum, var ikki annað enn eitt búfelag til tey, ið eru borin í henda heim við teim ? heilum? ? ið ikki eru eins næmir sum teir, ið eru meira vanligir at síggja hjá algóðum og sera, sera gløggum menniskjum, t.d. teimum, ið savna inn undirskriftir til tess at prísurin á húsunum ikki skuldi falla í botn av teirri eini grund, at fólk við einum IQ undir miðal møguliga skuldu seta búgv í teirra grannalagi. So eitt hjartaliga tillukku til tykkum øll, ið so væl megnaðu at sýta hesum menniskjum eina tekju yvir »tómu høvdum« teirra. Og er nøkur »vón«, at nøkur menniskju, ið búgva ´her á teim 18 klettunum, síggja, at hættirnir her tæna tí sera, sera kalda málinum, sum arbeiðir á ein slíkan kaldan hátt, ið sigur, at gudur penganna (mammon) hevur nógv størri virði menniskju, ið ikki eru so mikið gløgg, at nakar tilfarsligur dugur kann koma undan »teirra dølsku hondum«. So helst áttu vit lagt eitt uppskot fram fyri teir fólkavaldu ? her verður serstakliga hugsað um Miðflokkin, ið er ein f... ! ? at eingin mamma skal meira eiga tann grundleggjandi rætt at bera barn undir beltinum (her verður ikki hugsað um ta kanning, ið ein mamma fær í boði til tess at síggja til tað fyribrigdi, ið eitur down syndrom), uttan tó at søkt verður um loyvi at fáa eitt barn. Og um loyvi verður givið, skal hon ? mamman ? verða tvingað at fara undir eitt hav av sárum og eymum kanningum til tess at tryggja, at barnið er heilrunnið! Tí her skulu ongar sjúkur meira oyðileggja tað góða og reina menniskjað, sum betalir nógvar krónur í skatti til samfelagið (Gud). Samfelagið má so at siga rudda alt av vegnum, ið kallast kann ein sjúka, t.e. øll, ið eru samkynd, sinnisveik, ja, og eisini tey við manglandi IQ, stutt sagt alt tað, ið víkur frá tí »vanliga«.
Vit, ið eru »rein og góð«, kastið teir fyrstu steinarar, er ein setningur, ið væl kann verða nýttur til tess at vísa á hesa heldur vanligu mynd, ið er farin fram her á teim 18 klettunum í teirri sokallaðu 20. og 21. hundrað manngóðum øldum okkara. Tó vónandi vil onkur her á klettunum »geva mær eitt hjartans svar uppá«, hví vit menniskju eru so »ónd« ímóti hvørjum øðrum? Og um vit ætla at skapa eitt nýtt einavald, ið er líkt tí, ið var at síggja undir 2. heimsbardaga í tí triðja ríkinum, tá ið 6 milliónir jødar doyðu og av hesum 6 milliónum vórðu uml. 3 milliónir ella so gassaðar av lærusveinunum hjá tí góð- og reinlynta harravaldsmanninum, Adolf Hitler. Ein annar, ið er vorðin ein sera væl kendur maður, eftir at 2. heimsbardagi var av, er læknin í tí mest kendu og óttaðu fangalegu, ið hevur verið at sæð í søgu heimsins. Og er hann ? læknin ? vanliga nevndur »deyðans eingil«. Ja, er hann nevndur er hann kendur. Men tó er tað alment viðurkent, at hann »var og er« ein sonevndur »miðvillingur«, um ein kann nýta eitt orð, ið ikki er alment gildugt enn! Men ein kann altíð hava ta vón, at tað í tíðum, ið eru at óra í sjónarringinum, verður eitt gildugt orð. So er nakar, ið megnar at geva mær eitt svar uppá, hvaðan hesin óndskapur kemur, ið vil at vit menniskju skul líða nógv meira enn neyðugt er hjá nøkrum vanligum ella óvanligum menniskum! Og er nøkur grund til at trúgva, at nakar megnar at steðga tí ljóta munninum hjá miðvillingunum, ið bróta ta avtalu, sum vit, Føroya fólk, skrivaðu undir fyri tíð síðan ? ein avtala, ið bindur okkum at virða øll menniskju, ja sjálvt tey, ið miðvillingar sýta at síggja sum heilrunnin menniskju! Teir sonevndu kynsvillingar, ið hava alt annað í felag við okkum »vanligu«, enn júst tað, ið verður gjørt kynsliga teirra millum. So miðvillingar hava møguliga sæð, hvat tað er og eru farnir at dáma tað, ið teir sóu í myrkrinum? Tí eitt so sterkt hatur má hava eina grund, og grundin til hatrið kemur vanliga frá kærleikanum, v.ø.o. hjartað, ið er gingið sundur í girndanna eldhav. Tó eg skal ikki loypa fylgi einglanna upp í varg, ið ger tað alneyðuga arbeiði at halda okkum menniskjum burtur frá teim sáru og holdligu hugunum.

P.S. Tann, ið dømir, skal verða dømdur!