Góði pápi! Tú varst altíð klárur at hjálpa okkum bæði í sorg og gleði, tú hugsaði eisini altíð um familjur okkara, um nú øll høvdu tað gott, góði pápi, tú stóð altíð sterkur við okkara lið.
Tað er ikki so lætt at skriva hesar reglur, nú í vit skulu til at siga tær farvæl her á fold, bert 3 ár eftir at vit mistu mammu. Vit sakna tykkum nógv, men góði pápi, nú ert tú komin heim til tíni, sum tú saknaði so nógv, pápi, tú hevur verið okkum ein góður pápi, verfaðir, abbi og langabbi, sum vit øll elskaðu so høgt. Takk fyri alt, vit møtast vónandi øll aftur heima í himlinum. Hvíl í friði.
Heilsan Johannus 11 Vers 21-22
Marta sagde da til Jesus: Herre! Havde du været her, var min broder ikke død.
Men selv nu ved jeg, at alt, hvad du beder Gud om, vil Gud give dig.
Heilsan frá okkum systkjunum.
Margith