Ein heilsan til ommu okkara á 80 ára føðingardegnum

Leygardagin 27. mars fyllir omma okkara, Sunneva Holm, 80 ár.
Omma er fødd og upp­vaksin á Velbastað, dóttir Johan og Ebbu Brekkstein. Omma er næstyngst av fýra systkjum.
Omma og abbi giftust í 1958 og høvdu tey gull­brúdleyp í 2008. Tey eiga fýra børn, Tordis, Atli, Jákup og Elsuba.
Vit hava búð hjá ommu og abba, á Bíggjarvegnum, ein stóran part av lívi okkara og hava vit havt nógvar ógloymandi løtur saman við tykkum.
Serliga kenna vit teg fyri tín ótømandi kærleika, títt hjálpsemi, stóra tolsemi og trúnna á Jesus.
Tú ert ein stór fyrimynd í lívi okkara og tú hevur lagt nógv gott í okkum, sum kann berast víðari í lívinum.
Tú ert meir enn ein omma fyri okkum og vit eru sera glað fyri at hava havt tykkum ígjøgnum lív okkara og enn í dag.
Hjúnarband tykkara er ein góður vitnisburður fyri Harran og øll okkkum sum hava verið um tykkum.
So góða fitta omma, hjartaliga til lukku við føðingardegnum leygar­dagin og vit gleða okkum at halda hann saman við tykkum.

Ommubørnini Sunneva og Mortan