Sveima sum támið nú tankar á flog
hátt yvir tindum og fjøllum
Skaparans verk ber mær tigandi boð
um alveldis mátt yvir øllum
Mín hugur hann leitar til farna tíð
tá sum børn vit spældu glað og fríð
altíð mamma heima hjá okkum var
kendu ei til dagpleygu og barnagarð.
Allar tær ríku løtur tú okkum gav
fylgja okkum vilja til livssól fer í kav
tá grønt var gras vit róku neyt í haga
mamma stegðaði á - segði - hoyr- fuglaljóðið glaða.
Fimm børn sekstan ommubørn hava fingið
trýogtjúgu langommubørn eru komin við
væl fylgt við hvussu hjá øllum hevur gingið
hava okkum øll við tykkara lið.
Alt mamma hevur nappað, kara, spunnið
elska at hoyrt vatnið í ánni runnið
teir túsundtals fermetrar hon hevur bundið
høvdu rokkið nógvar ferðir um sundið.
Bønirnar allar tú til Harran bað
hava borið okkum heilt til hendan dag
virðir hetta eru ongin kann taka okkum frá
við songarstokkin mamma á knøum lá.
Nú dagur fer at halla og tað mót kvøldi ber
takkarkvøðu góða mamma vit tær senda her
alt tú okkum lærdi alt tú okkum gav
aldri kann tað tærast tíðartonnum av.
Hjartaliga tillukku í dag skal ljóða
til tín okkara móðir góða
takk fyri lívið tú okkum gav
fyri barlast góða og førning yvir lívsins hav.
---------------------------
Góða mamma tú hevur góða stríðið strítt
gævi tú mást fáa lívskvøldið blítt










