Gulla Øregaard
------------------
Ísnandi einsemi!
Ring sálarsjúka
Ekstensiellir trupulleikar!
Heilivágur og sjúkrahúsverk!
Lagnutungur karakterur!
Framúrskarandi spæl!
Umstøður sum hóska til leikin/myndina/løtuna!
Vit vóru vitni til eina troystaleysa, nívandi og tyngjandi støðu hjá eini kvinnu, sum var ávegis at fara endaliga úr hesum heimi.
Hesin karakterur, sum Sarah Kane hevur gjørt/livað, og sum Gunnvá Zachariassen hevur givið anda og lív, er sterkur, viðkomandi og sum eitt intellektuelt neyðarróp úr helviti!
Talan er um eitt klinisk terapeutisk listarverk av teimum heilt sjáldsamu!
Onki er sum tað plagar!
Sum áskoðari ert tú á eggini saman við sjúku kvinnuni, sum kemur til tað niðurstøðu, at tað fæst ongin hjálp, og tískil má hon sjálv taka ábyrgd.
Løtan var, so undarligt tað ljóðar, næstan poetisk, tá ið bardagin var av, og avgerðin tikin.
Heilivágurin lá har á gólvinum sum hvítar perlur.
Hvítu kittlarnir góvu okkum eitt klinisk samband við tykkum - serliga kvinnuna og tónleikin, sum Rasmus Rasmussen lat úr sínum listarliga sálardýpi.
Tónleikurin var nakað heilt fyri seg og fekk okkum at kenna ein samanhang, har ongin samanhangur var.
Ljósið var serstakt og væl hugsað.
Læknin sum Hjálmar Dam gav karakter vísti okkum sítt hjálparloysi og sína støðu á ein sannførandi hátt. Eg kundi tó ynskt mær karakterin meira nuanseraðan. - Rørandi løtur vóru fleiri ferðir, tá lækni og sjúklingur stóðu yvirav hvørjum øðrum við ynski um loysn, men har sjúkan var sterkari parturin.
Íslendski leikstjórin hevur við hesum leiki víst á nýggjar ókendar gøtur innan leiklist. Her runnu leikverk og fak (sálarfrøði) saman í eina sterka heild. Leikurin fekk sína styrki við tí reina stílinum í allari leikgongdini.
Gunnar Hoydal hevur umsett henda leik til føroyskt. Leikurin er eitt gott upplegg til øll, sum at royna at fata okkurt, tá ið sinnið er sjúkt og sjúklingur og sjúkrahúsverk fara í dialog.
Eg hevði roknað við bara at kunna farið víðari við gerandisdegnum, men hesin leikur/henda støðumynd hevur gjørt okkurt, sum eg havi ilt við at sleppa aftur. Spurningarnir frá sjúku kvinnuni vóru ikki fyri sartar sálir, men teir vóru har, og teir eiga at fáa svar onkustaðni. - Her kann bara vera talan um fakfólk, sum mugu lurta, kanna og gera ætlanir fyri einstaka sjúklingin. Í førum finst kanska ongin loysn.
Er tað veruliga so torført við sinnisligari sjúku? Eru spurningarnir um sissandi, doyvandi heilivág so truplir, sum her var sett upp? - Hevur eitt samfelag sum tað føroyska ikki skildu at granska í hesum evni í nógv størri mun ,enn tað verður gjørt?
Rokni við, at her er tilfar til djúpa hugsan hjá teimum, sum dagliga arbeiða við sinnisliga sjúkum fólkum.
Fari at takka TVASS fyri hesa uppliving.
-----------------
Fakta:
Kelda: Tvass
Leikstjóri: Egill Heiðar Anton Pálsson
Týðari: Gunnar Hoydal
Leikarir: Gunnvá Zachariasen og Hjálmar Dam
Tónleikur: Rasmus Rasmussen
Ljóssnið og rúm: Egil Barclay Høgenni Hansen
Búnar: Marianna Mørkøre
Framleiðslustjóri: Oddvá Nattestad
Teknikkur: Mikkjal Arge Galan
Sarah Kane skrivaði leikin 4:48 Psykosis, og var hetta seinasti leikur frá hennaru hond.
Hon doyði í 1999 einans 28 ára gomul. Men eftir henni lá longu ein rúgva av leikum, sum vórðu spældir um alt Europa. Sarah Kane hoyrdi til unga ættarliðið av leikhøvundum, sum í 1990’unum stormaðu fram við sínum progressivu og kontroversiellu samtíðarleikum.
At byrja við fyri Royal Court Theatre í London, men skjótt vórðu teir spældir í øllum Bretlandi og restina av Evropa. Hesir leikir vóru nevndir “In Yer Face drama” orsakað av sínum ráa, ópoleraða og ágangandi innihaldi, máli og skapi.










