Ein heilsan til Kristinu Háfoss

dag havi eg eina heilsu til Kristinu Háfoss. Hon hevur latið heilsu til teir fakbólkar, sum skulu til lønarsamráðingar í heyst, um at duga sær hógv(!).

Á Tvøroyri í dag, eru nøkur fólk til arbeiðis. Tey kunnu ikki bara sløkkja telduna, og sleppa sær til rýmingar! Fólk eru evakueraði og skulu sleppa sær frá húsi og heimi, og skulu leita sær suðureftir á oynna í flýggjanini frá eiturevni!

Øll kunnu ikki rýma - tí tey eru til arbeiðis - sjúkrahúsinum og ellisheiminum. Fyristillið tykkum - ikki at sleppa heim til sínu, tá slík hendig er? ... tí tú ert TIL ARBEIÐIS???

Guð signið tykkum øll og verjið tykkum og tær "teldur" tit ansa og røkta og viðgera.

Við vón um eina verduga lønarhækkan í heyst.

 

Over & out. Rakul.

 

 

9. juni 2017

Rakul Vang