Ein heilsan til Kára hjá Stranda Jenny

Frá Sonju hjá Annelisu

Sonja A. Gaardlykke, Saltangará
-----
Góði Kári, sum so mangir aðrir javnaldrar arbeiddi eg á Føroya besta arbeiðsplássi, har Jølli (sum eg einferð helt vera ein hundur, tí pápin var bóndi og hann Tummas bað meg koma at vitja Jølla) var leiðari. Sum tað var gott at koma á posthúsið í Salt­ang­ar­á tá, og man merkti har­m­oni­in. Kanst tú ikki hjálpa mær nú, tú situr í løg­ting­i­num?
Góði Kári!
Problemið er leið 440. Buss­urin, sum koyrir av Toft­um og inn í Skálabotn og aft­ur, nokk eisini sama pro­blem­ið hinumegin fjørðin.
Eg búgvi jú í Saltangará eins og tú og Mona. Eigi fýra omm­u­børn í Havn. Tá eg havi verið dadda, havi eg fyri tað mesta tikið leið 400 klokkan 10:50 úr Havn, og hev­ur hes­in buss­ur­in havt samband við Toftir. Soleiðis er ikki meira. Ein taxa av Skip­a­nes­kros­s­i­num og heim til mín kost­ar 100 krónur. So túrurin verð­ur so dýrur. Niklái, sum jú eis­i­ni var postboð á Føroya besta ar­beiðs­plássi, hevur koyrt síð­ani uppsøgnina og sig­ur, at hendan túrin, sum hevði samband við leið 400 til Klaksvíkar av Farstøðini klokkan 10:50 vóru sera, sera sera sjáldan ongi ferðafólk.
Hví hevur bussurin ikki sam­band við Toftir hvørja ferð, so høvdu for­eld­ur ikki ver­ið noydd at koyra inn eftir teim­um ungu, sum tey gera nú. Ella skúla­næm­ing­ar­nir kundu spart pengar til bil­in at hava á krossinum.