Tú kappi reysti
til heiðurs eg festi
tær orð á blað:
Ei tú vart borin-
og klæðini skorin
til leikin tú fekst.
Ábyrgdin stór
-til Íslands tú fór
á ungum aldri
systkini níggju tú taldi.
Gott í beinið tú fekk
við treysti tú gekk
Tú bygdi úr ongum
í tíðum so trongum
Álitismaður í verki
tað gjørdist títt merki
Við vilja sum stál
-tú setti tær mál
Ei mót høgu hæddum
-av monnum sæddum
Nei, for verka-og útróðramannin stríddi
-og hann á teg lýddi
Frælsisglóð so heit
í hjartað tær brennir
eitt for vist eg veit
tú sannan alsk til føðilandið kennir
Ei í egnari megi
tú møtir nýggjum degi
Hirðin hin góði
Tær vegin framvegis slói.
-----
Tordur