Føroyskur fótbóltur er í sorg, eftir at bara 22 ára gamli Gunnar Zachariasen hósmorgunin doyði í eini arbeiðisvanlukku. Gunnar Zachariasen spældi við EB/Streymi og var fastur fúsur á U21 landsliðnum, har hann eisini var toppskjútti fyri júst farnu undankappingina.
Til ber at síggja sjónbandabrotið, sum Heðin Askham hevur sett saman, við at trýsta á pílin á myndini
Ein av venjarunum hjá U21 landsliðnum, Heðin Askham, hevur sett saman eitt sjónbandabrot til minnis um spælaran við 10 talinum á U21 landsliðnum. Hann skrivar soleiðis:
Tung vóru boðini, at 10´arin, toppskjúttin og góði vinur okkara á U21 landsliðnum andaðist gjáranáttina. Nú U21 tíðin var av, og A-landsliðið bíðaði, var Gunnar knappliga tikin frá okkum. A-landsliðið og yrkisfótbóltur var hansara stóra mál, men verður tað nú ein heilt annar leikvøllur, sum Gunnar fer at vísa síni fótbóltskynstur á.
Eina ferð møtast vit aftur, og man ikki sjarmerandi smílið hjá tær kemur fram, tá ein tunell verður gjørd og tú strúkandi fert framvið nøkrum leikarum.
Okkara tankar fara til unnustuna, familjuna, vinfólk og tykkum avvarðandi, sum hava mist so nógv. Vit minnast allar góðu løturnar saman við Gunnar á og uttan fyri leikvøllirnar. Hvíl í friði góði Gunnar og takk fyri alt.
Fyrrverandi liðfelagar minnast eisini Gunnar
Gunnar Zachariasen byrjaði sína yrkisleið í ungdómsdeildini hjá stóra danska felagnum, Brøndby IF. Hann skifti síðani til AB í donsku fyrstu deild, áðrenn hann legði leiðina til Føroya. Her spældi hann fyrst við B36 og síðani við EB/Streymi.
Les eisini: 22 ára gamal deyður av arbeiðsvanlukku
Hann hevur eisini spælt við føroyska U19 landsliðnum og U21 landsliðnum, har hann spældi 11 dystir og skoraði fýra 4 mál.
Les eisini: Vit eru í djúpari sorg
Fleiri spælarar frá tíðini í Danmark hava eisini víst sína samkenslu á sosialu miðlunum. Millum teirra er Nicolai Boilesen, sum í dag spælir við Ajax í Hollandi, og Michael Falkesgaard, málverji hjá Brøndby IF.
Les eisini: Tað var ein fragd at hava Gunnar á liðnum
Eisini føroyskir liðfelagir hava sýnt samkenslu á við vøkrum orðum um 22 ára gamla Gunnar Zachariasen, sum náddi at spæla 56 dystir í bestu deildini í Føroyum og skjóta 11 mál.