Ein heilsa til tey eldru

   

Steinfinnur Mittelstein
???????????????????

Nógv er komi á skaftið, men vit steðga ikki her, málið skal røkkast komandi vælskeið.

Sum borgari í Tórshavnar kommunu kann eg gleðast um framburðin, ið kommunan hevur verið fyri seinnu árini. Nógv er komi á skaftið, kommunan hevur lítla skuld at stríðast við, somuleiðis sum at tilflytingin er stór og arbeiðsloysið lítið.

Hettar setur krøv til býráðslimir, men bjóðar tú teg fram, so skal ein vera klárur til hesa avbjóðing.

Kommunan hevur m.a. vunnið á barna ansingartrupulleikanum, og er hettar at fegnast um. Hettar skapar møguleikar fyri ungar barnafamiljur, eins og trivnaðurin í kommununi verður varveittur.

Á eldraøkinum er startskotið fari av. Í hesum døgum letur Tjarnargarður upp, ið hevur pláss fyri 10 fólkum, umframt at ein lon verður innrætta sum dagdeild fyri dement. Hettar er bert ein brøkpartur av tørvinum, og tí skal raðfestast høgt, so útvegast kunnu fleiri røktarheimspláss.

Í komandi valskeiði, skal ferð setast á bygging av røktarheimum til tey eldru í kommununi. Sambandflokkurin vil leggja stóra orku í at fáa tørvin nøktaðan, so tey eldru kunna fáa møguleikan til pláss á røktarheimi. Eitt komandi býráð skal seta sær sum mál: "At øll ið ynskja røktarheimspláss, kunna fáa pláss beinanvegin".

Hettar vil eg arbeiða fyri.


Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð