Ein heilsa til Anne Mette og Leif Hansen

22. juli var brúdleypsdagur hjá Anne Mette og Leif Hansen í Nólsoy.

Byrjað varð við brúðarvígslu í Nólsoyar kirkju, har Heri Joensen við væl valdum orðum vígdi parið. Góður tónleikur og sangur settu sín serliga dám á løtuna.

Veiðslan var hildin í gomlu smoltstøðini úti á Klivum, har Dannebrog og Merkið veitraðu lið um lið í sólskininum. Borðhaldið var merkt av nógvum góðum røðum til bæði Leif og Anne Mette. Ein sera góð veiðsla, har tvær mentanir møttust, tann hjá Anne Mette úr suðurjútlandi og tann føroyska hjá Leif. Síðani var dansað í Royndarhúsinum til tann ljósa morgum.

Góði Leif, tað gleddi meg at vera við at heiðra tykkum henda stóra dag í lívi tykkara. Tú er ein av mínum allar bestu vinum, og við Anne Mette er lagt til í vinarskaran. Hettar vinarlagið er komið í lag millum annað av felagsáhuga í okkara kvæðamentan.

Góði Leif, tín brennandi áhugi fyri sangi og tónleiki, sum tú eisini hevur nomið tær holla útbúgving ið á flatlondum er til gleði fyri okkum øll, ið kenna teg. Vit í Nólsoyar sangkóri gleða okkum altíð, tá tú kemur at vitja og stuðla kórið. Vónandi koma tú og Anne Mette ofta aftur úr Keypmannahavn at vitja.

Til seinast vil eg ynskja tykkum alt tað besta í framtíðini við vón um at tit ein vakran dag fara at búðseta tykkum í Føroyum. Tit hava so nógv gott at geva av.

Heilsan vinur tykkara Kaj