Ein heil millión stolin úr handli í SMS

Ein maður er tikin og skuldsettur fyri groft svik í einum handli SMS

Ein maður er tikin skuldsettur fyri umfatandi svik í einum handli í SMS í Havn.

Jón Klein Olsen, leiðari í kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at talan er um rættiliga stórar upphæddir, svikað er fyri.

 

Talan man vera um eitt tað størsta svikið í einum handli yvirhøvur, tí Jón Klein Olsen váttar, at upphæddin er umleið eina millión, sum maðurin er skuldsettur at hava svikað fyri.

Hann váttar eisini, at svikið er farið fram í einum handli í SMS.

 

Hann vil ikki nágreina málið, men váttar, at talan er um svik við lottoseðlum.

Løgreglan er í ferð við at greina málið, men leiðarin á kanningardeildini heldur ikki, at tað gongur ikki drúgv tíð, áðrenn málið verður latið ákæruvaldinum.

Hinvegin vil Jón Klein Olsen ikki siga um maðurin hevur váttað seg sekan ella ikki.

 

Niels Mortensen, stjóri í SMS, hevur ongar viðmerkingar yvirhøvur.

- Eg viðmerki ikki starvsfólkamál, sigur hann í stuttari viðmerking við in.fo.