Ein heiður fyri Klaksvík at hýsa steypahálvfinalunum

(FM1) Hoyr samrøður við Jógvan Skorheim, borgarstjóra og Jóhann Lützen, formann í Mjølni

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tvær samrøður reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi í upptaktssendingini FM1 hevði úr Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík undan steypahálvfinalunum í flogbólti. 

 

Á hesari ljóðfíluni hoyra vit samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Jóhann Lützen, formann í Mjølni og samrøðuna Óli gjørdi við sín gamla floksfelaga, Jógvan Skorheim borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.

 

Báðir undirstrika, at tað er við gleði og stoltleika, at Mjølnir og Klaksvíkar kommuna eru vertir fyri steypahálvfinalunum í flogbólti, og hava nógv fólk tikið nógv tøk fyri, at talan skal verða um ein góðan og minniligan flogbóltsdag.

 

Leikt verður soleiðis:

 

 

Klokkan 13.00 (M) Mjølnir - SÍ
Klokkan 15.00 (K) SÍ - KÍF
Klokkan 17.00 (M) Fleyr - ÍF
Klokkan 19.00 (K) Fleyr - Mjølnir

 

 

Flogbóltsfrásøgumennirnir hjá FM1, Hilmar Jan Hansen og Óli G. Samuelsen fara at siga beinleiðis frá tveimum hálvfinalum í part. Helmað verður ikki í á FM1 fyrrenn tann seinasti bólturin í tí seinasta dystinum er sligin í gólvið. Byrjað verður at senda klokkan 12, tá Óli G. Samuelsen hevur upptakt við gestum og viðmerkjarum í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

Samrøður við umboð fyri Mjølnir, SÍ, Fleyr, ÍF og KÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.