Nógvastaðni kring landið verður í dag tosað um tørvin á ellisheimum, sambýlum og eldraíbúðum.
Henda ætlanin mitt í høvuðsstaðnum er eitt eindømi í so máta, og ein ætlan sum somuleiðis kann verða brúkt aðrastaðni kring landið – og helst eisini í grannalondum okkara eisini.
Ætlanin er hinvegin serstøk, tí hon verður uttan iva ein havnarmynd, sum fólk fara at tosa nógv um í framtíðini. Henda kemur ístaðin fyri ta gomlu havnarmyndina, sum tey bæði stóru húsini við R.C. Effersøesgøtu hava verið fyri fólk í mong ár.
Í arbeiðinum hava teir í KRK-Holding tí havt sum aðalmál, at hesin bygningurin við sínum fimm hæddum ikki skuldi ørkymla aðra bygging ella umhvørvið í miðbýnum. Til tess at røkka hesum máli kemur hugnaheimið at fylgja landslagnum upp móti tí vakra blettinum, har Kongaminnið stendur.
Vakri urtagarðurin frammanfyri verandi bygningar skal varðveitast og bilarnir koma inn av Gripsvegi og skulu standa aftanfyri bygningin.
Óhugsandi er ikki, at ein í framtíðini fer at kunna skapa eitt vakurt umhvørvi niðan móti Kongaminninum, soleiðis at ein her fær skapið av einum grasagarði ella eini lund.
Her verður hugsað um umhvørvið, og ynskið um at skapa eitt veruligt bústaðarumhvørvi fyri eldri havnarborgarar.










