Tað var uppá eitt hangandi hár, at B36 bert fekk javnleik 0-0 ímóti TB/FCS/Royn.
Men í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat bjargaði Meinhard E. Olsen B36 sigurin við sínum fimta máli í fimm dystum higartil í ár.
Tað var tungt hjá høvuðsvenjaranum hjá B36, Jákupi á Borg at síggja góðar málmøguleikar renna út í sandin, og síggja klokkuna fara undan B36, men tilsvarandi var tað ein stórur lætti, at tað eydnaðist at hála sigurin heim.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jákup á Borg seta orð á hart tiltrongda sigurin í samrøðu við Rás2.
Samrøðan Rás2 gjørdi við Stefan Radosavljovic hjá TB/FCS/Royn hoyrist HER