Reyði Krossur Føroya hevur júst latið eina hálva millión krónur til neyðhjálp í flóttafólkaleguni, Cox Bazar, í Bangladesh. Talan er eitt nú um tiltøk ímóti koronu, og tiltøk fyri at verja neyðstøddar ungar kvinnur.
Cox Bazar í Bangladesh er heimsins størsta flóttafólkalega. Síðan august í 2017 eru útvið 900.000 fólk flýggjað úr Myanmar til Cox Bazar undan harðskapi og ágangi. Meginparturin av hesum eru kvinnur og børn. Nú, fýra ár seinni, hava tey flestu framvegis sálarlig mein av áganginum og harðskapinum, tey vóru fyri í Myanmar. Samstundis eru umstøðurnar í flóttafólkaleguni so vánaligar, at tað hevur ført til angist og órógv hjá nógvum. Harumframt er Bangladesh eitt av londunum í Asia, sum eru harðast rakt av koronu.
##med2##
Peningurin frá Reyða Krossi skal brúkast til at
- stuðla undir koppseting og tryggja, at koppsetingin er munagóð og rættvís,
- veita sálarliga-sosiala hjálp til tey, sum eru illa fyri í Cox Bazar leguni, seliga til ungar gentur og børn,
- menna verndina á ymsan hátt, eitt nú barnavernd.
Myndirnar eru frá november í ár, tá Reyði Krossur í Bangladesh hjálpti myndugleikunum at koppseta 16.221 fólk
##med3##