- Talan er um eina misskiljing, tá vit kalla uppboðssøluna av okkara fiskatilfeingi fyri eina fría kapping, tí tað er hon ikki.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og núverandi tingmaður. Hann sigur, at royndaruppboðssølan hevur víst, at eingin nýggjur aktørur sleppur fram at, og tað eru somu aktørar, sum fara avstað við brúksrættindunum.
- Eg vil tí meta hesa royndina at vera sera ivingarsama. Eingin veit, hvat "succeskriteriið" er fyri hesar royndir, og øll vinna og avvarðandi feløg tosa ímóti hesi skipan.
Fyrrverandi løgmaður heldur ikki, at samgongan hevur meiriluta fyri uppboðssøluni, og í løtuni heldur hann tað vera sera trupult at fáa eyga á eina loysn burtur úr støðuni.
- Eg haldi, at hetta mál er vavt upp í eina fløkju, sum skal rekjast upp aftur fyri at fáa eina semju. Nýskipanarnevndin fer at koma við tveimum tilmælum, og í løtuni er trupult at finna út av, hvat vendir upp, og hvat vendir niður.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at politiska skipanin kann vera bekent at blaka okkara høvuðsvinnu út í eitt eksperiment, sum einki land í heiminum heldur verða skilagott.
- Við at taka maximum gjald úr fyrsta liði, tekur tú pening frá arbeiðsplássum, samstundis sum tú fært minni virðisøking. Tað hava onnur lond funnið út av, og tí brúka tey ikki uppboðssøluháttin, sigur fyrrverandi løgmaður.