Hallur Hansson og AC Horsens hava í dag spælt fyrsta venjingardystin í 2017. AC Horsens, sum hevði Hall Hansson við frá byrjan, tapti 2-1 fyri Esbjerg.
Hallur Hansson spældi allan fyrra hálvleik og royndi seg einu ferðina við saksasparki, sum tó fór við síðuna av. Hallur Hansson bleiv útskiftur í hálvleikinum.
Í Norra er Molde farið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Á Instagram hevur Sonni Ragnar Nattestad sent eina uppdatering úr Molde, har hann boðar frá, at hann nú er komin vegin fram og venur saman við hinum á liðnum.
Meðan tað er hálvrunnið í landskappingini í Danmark, so byrjan kappingin í Norra nú.