TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina Fótbóltspanelið sum var á Rás2 seinnapartin í dag.
Teitur Joensen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið í dag.
Í tí størra partinum har føroyskur fótbóltur var á skránni umrøddu Teitur Joensen og Tróndur Arge eisini hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Teir meta báðir, at tað er sera rættiliga sannlíkt, at HB og B36 møtast í steypafinaluni. Suðringar kunnu fáa tvey mál ímóti B36, men tað er ógvuliga ósannlíkt, at B36 ikki fær nakað mál í hinum endanum. Heldur ikki meta teir tað verða sannlíkt, at HB letur nógv mál inn ímóti AB á Argjum.
Seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 13. juni: AB-HB (0-2) og Suðringar-B36 (2-4).
Teitur og Tróndur halda, at tað er vert at royna at hava bara eina hálvfinalu á Tórsvølli heldur enn leistin við einum heima- og einum útidysti. Við bert einum dysti hevði tað undirtippaða liðið eisini havt betri møguleika at yvirraskað.
Teitur og Tróndur mettu eisini um 13. umfar í betrideildini hjá monnum, sum verður spælt sunnudagin:
Suðringar-Víkingur (klokkan 14.30)
Skála-EB/Streymur (klokkan 15)
NSÍ-AB (klokkan 15)
KÍ-B36 (klokkan 15 - Rás2 sigur frá dystinum)
HB-07 Vestur (klokkan 15 - Rás2 sigur frá dystinum)
Parturin av fótbóltspanelinum har Teitur og Tróndur umrøddu finaluna í Champions League hoyrist HER