Jákup Símun Simonsen, Fyrrverandi býráðslimur í Tórshavnar kommunu
-----
Tað tykist løgi?
Ein tunnil til Viðareiðis, sum ikki er brúk fyri!!
Nakrir steinar oman úr fjøllum, sum alla aðrastaðni koma oman. Hvat bagir? Tað raplar eisini steinar oman úr Sundslíð, har 12.000 bilar koyra um dagin!
Landsverk gav eina smidliga loysn av Viðareiðisvegnum fyri tryggjan av vegnum: fyri 10 – 15 mió við breiðkan av vegnum – trygt og gott!!
160 milliónir, sum útloysir aðrar 300 milliónir fyri at fremja tunnil Norður í Sund?
Og hvat siga hvalbingar?
Hvar bleiv Ytri ringvegi í høvuðstaði Føroya av?
Tunnil Norður í Sund átti at verði tann fyrri, soleiðis at tryggleiki er teimum ferðandi um Norður Fjall.
Merkiligt og løgi, at so skjótt gongur við eini fíggjarnevndarsamtykt, meðan ungdómur Føroya bløðir eftir hugsjón og virkisføri til at sleppa framat; so situr ein ávís tingseta – við løgmanni á odda - og vil ongun nakað gott her í Suðurstreymoy!
Tað kann tó ikki roknast við nøkrum, tá allar politiskar avgerðir verða tiknar í Norðoya “korridorunum”!
Nú má fólk Føroya land vakna og ikki lata sær lynda, at 200 miliónir, sum viðføra aðrar 300 milliónir fara til mestsum til onga nyttu!
Føroya land hevur brúk fyri betri fólkum at fyrisita, enn bert at sæta sær sjálvum og sínum!










