Tað líktist jarðarferðini hjá einum ríkis- ella stjórnarleiðara, tá andaligi hinduleiðarin Sri Sathya Sai Baba fór til gravar har suðuri í India í dag. Fleiri leiðandi indiskir politikarar við Manmohan Singh, forsætisráðharra á odda vóru og fylgdu, og sambært myndugleikunum vóru umleið eini 500.000 fólk hjástødd.
Í India er tað vanligt at brenna lík, men sum onnur indisk halgimenni var Sali Baba jarðaður.
Viðhaldsfólk hansara vilja vera við, at hann hevði serligar gávur, og at hann eitt nú kundi lekja fólk fyri ymsar lívshættisligar sjúkur.










