ST sigur nú, at meiri enn ein millión fólk eru flýdd úr Sýrialandi, og at helmingurin eru børn undir 11 ára aldur.
Antonio Guterres, sum er leiðari hjá flóttafólkastovninum hjá ST, sigur við BBC, at flóttafólkastreymurin úr Sýrialandi til Jordan, Turkalands, Libanon, Irak og Egyptalands er vaksin nógv síðani á nýggjárinum.
-Tað, sum hendir í Sýrialandi, má fáa ein enda, sigur Antonio Guteres og leggur afturat, at altjóða felagsskapirnir, sum royna at hjálpa teimum neyðstøddu, orka ikki nógv afturat. Harafturat eru tey nógvu flóttafólkini ein tung byrða hjá grannalondunum.
ST sigur, at nógv fólk, sum eru flýdd úr Sýrialandi, hava sera vánalig kor.