Ein hálv loysn!

Vit hava yvir eitt longri tíðarskeið havt samskifti við Tórshavnar kommunu um, at fáa 3. floks frítíðarskúlatilboð aftur til Gundadal. Ynskiligt hevði verið at fingið eina permanenta loysn, men okkara uppskot var eisini at fáa eina fyribils loysn, har fínar og góðar pavillonir vóru settar upp fyribils.

Kommunan er farin til verka og hevur fingið til vega tvær góðar pavillonir frá Skúlanum á Fløtum. Hesar eru ikki ætlaðar til 3. flokk, men til verandi virksemi á stovninum (tvs 1. og 2. flokk). Vit í foreldraráðnum í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini standa nú spyrjandi - hví setur kommunan ikki tvær pavillonir upp afturat, við síðuna av teimum sum tey eru við at seta upp?

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur góða undirtøku ímillum foreldur, nøgdsemi er gott og er hetta ein vælvirkandi stovnur við dugnaligum starvsfólkum. Tórshavnar kommuna hevur eitt tilboð um frítíðarskúla til 3. flokk í Margarinfabrikkini, men royndir vísa, at foreldur gjalda fyri eitt tilboð, sum als ikki verður brúkt. Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur havt 3. flokk fyrr, men mistu hølini og vit foreldur ynskja, at fáa tilboðið niðan aftur. Tilboðið í Margarinfabrikkini er eitt gott tilboð til tey eldru, men fyri tey sum ganga í 3. flokki, vísir tað seg, at tey eru har heilt stutta tíð og brúka ikki tey tilboð sum Margarinfabrikkin bjóðar. Tey fara heldur heim eftir skúlatíð.

Ein kann spyrja seg sjálvan, hví kommunan ikki lurtar eftir borgarunum og bjóðar eitt betri tilboð nú tey eru farin í gongd? Stovnurin er klárur at taka ímóti børnunum, men hølini mangla.