Ein gysari

Tíðindaskriv
Synergi

Fakfestival 2004 - fyri starvsfólk í frítíðarskúlum og á dagstovnum. Kom og fá eitt boð upp á hvat frítíð er í nútímans samfelagnum - eitt boð upp á frítíðarpedagogisku uppgávuna; eitt boð upp á, um samstarv millum lærarar og pedagogar er ein gysari og mangt mangt annað!
Eftir áheitan frá einum arbeiðsbólki av leiðarum í Frítíðarskúlum í Føroyum, skipar Synergi fyri eini fakfestival fyri starvsfólkum í øllum frítíðarskúlum í Føroyum fríggjadagin tann 13. august í nýmótans hølum á Føroya Sjómansskúla. Endamálið er at skapa fokus á økið og at menna samstarvið millum frítíðarskúlarnar.
Stig G. Lund frá BUPL leggur upp til kjak. Hann er politikari og sálarfrøðingur. Orðstýrari er Óluvá Zachariassen, tíðindakvinna.

Fleiri evni
Á skránni er fyrilestur, kjak, pallborð, spurningar, netverk, við meira. Hesi evni verða viðgørd: Hvat er frítíð í nútímans samfelagnum? Spæl, læring og undirvísing. Frítíðarpedagogiska uppgávan. Samskifti. Virðing fyri øðrum og sjálvsvirðing. Uppalararollan - hvørji virði leggja vit í børn okkara? Opið kjak. Samstarv millum lærarar og pedagogar - ein gysari?

Pallborð
Pallborðið umfatar visiónir um frítíðarskúlan og aldursbólkin 0-18 ár. Visiónir um samstarv millum lærarar og pedagogar á frítíðarskúlum verður eisini viðgjørt á pallborði.
Málbólkur er øll starvsfólk á frítíðarskúlum í Føroyum - leiðarar, pedagogar og hjálparar. Eisini starvsfólk á dagstovnum, sum arbeiða við "skúlabørnum," eru vælkomin umframt avvarðandi myndugleikar. Seinasta freist at tekna seg er tann 23. juli.
Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Synergi - www.synergi.fo.