Danskir sjúklingar og skattgjaldarar rinda ein alt ov høgan prís fyri hylki við B12-heilivági. Hetta hevur eisini fyrrverandi borgarstjórin í Sønderborg, A.P. Hansen, ásanna, eftir at hann heintaði tíggju slík hylki við vitaminum í Flensborg í Týsklandi.
Í Flensborg rindaði hann 61 krónur fyri hylkini við B12-heilivági, sum hann hevði rindað 2089 krónur fyri, um hann keypti somu hylki í Danmark. So, líðir tú av kroniskum troyttleika – ella hevur onnur sjúkueyðkenni, sum siga, at tú hevur trot á B12 vitaminum, kann nógvur peningur vera at spara við ikki at keypa hesar vitaminir í Danmark.
Fyrrverandi borgarstjórin í Sønderborg skal fýra ferðir um árið hava sproytu við B12-vitaminvætu, og hesar sproytur kosta altso 34 ferðir meira í Danmark enn í Týsklandi.
A.P. Hansen hevur nevniliga á Nord Apotheke, Apenraderstrasse í Flensborg, keypt tíggju hylki av nevndu B12-vitaminum við einum millilitri í fyri 8,19 euro. Hetta er umleið 61 krónur, og sama tal av B12-hylkjum hevði á einum apoteki í Danmark kosta 2089 krónur.
- Eg hevði følt meg virkuliga snýttan, um eg keypti hesar vitaminir og betalti so nógv meira fyri tær í Danmark. So, eg koyrdi til Flensborg. Tað var dóttir mín, sum vísti mær á henda møguleika. Hon tekur sjálv B12, sigur fyrrverandi borgarstjórin í Sønderborg, sum slett ikki skilur, hví hesar eru so nógv dýrari í Danmark.
Hann spyr tískil, hvat tað er fyri prísáseting, sum er galdandi í Danmark og heldur fyri, at ein slíkur prísmunur kann gerast ógvuliga kostnaðarmikil, bæði fyri borgararnar, men eisini fyri heilsuverkið í Danmark, um tilskot verður latið fyri slíkan heilivág, sum er so nógv bíligari bert fáar kilometrar burtur.
A.P. Hansen hevur síni hylki við B12 vitaminum liggjandi hjá sínum lækna í Sønderborg, sigur hann í samrøðu við www.jv.dk.










