Sjálvt um veturin nú koyrir upp á sítt seinasta vers - í øllum førum í almanakkanum - er líkt til, at danir nú fara at uppliva sínar kaldastu dagar í fleiri ár.
Sambært www.dmi.dk kann roknast við, at kuldin næsta vikuskiftið kann koma heilt niður í 15-20 stig.
Sum skilst, er fráboðaði kuldin óvanligur, tá veturin er liðin so langt út, og vaktleiðarin hjá DMI, Martin Lindberg, sigur, at talan er um eitt heilt annað slag av kulda enn vanligt hesa ársins tíð.
Væntandi er, at kuldin um dagin næsta vikuskiftið fer at koma niður í 10 stig, men hinvegin hevði tað verið munandi kaldari, um veðurfyribrigdið, sum nú nærkast, hevði komið í januar í staðin.
Av tí, at kuldin kemur so seint í februar, hevur sólin sína ávirkan, soleiðis at hitalagið verður hildið uppi, og tað hevur eisini týdning, at lítil og eingin kavi er.
Men, sambært veðurforsagnunum er ikki óhugsandi, at kavi kann koma næsta vikuskiftið, tí enn eru veðurforsagnirnar eitt sindur óvissar.
- Vit skulu helst koma vikuskiftinum eitt sindur nærri, áðrenn vit kunnu siga tingini meira neyvt, sigur Martin Lindberg og vísir á, at tað helst ganga eini fimm ár millum veðurfyribrigdi av slíkum slag.
Sambært veðurforsagnum, sum TV2 hevur lagt fyri dagin, kann kuldin í Danmark næsta vikuskiftið gerast hin mesti í 31 ár.









