Ferðslutrygd
- Hetta er tað, vit hava bíðað eftir í nógv harrans ár.
Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd, er ómetaliga fegin um, at ætlanin nú er at fáa løgtingið at staðfesta í sjálvari ferðslulógini, at endamálið við henni skal vera, at ongin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni.
Tað er hetta, sum verður kallað null-hugsjónin og sum greiddu frá á Portalinum í gjár.
Tískil vónar hon sjálvsagt, at Løgtingið fer at samtykkja uppskotið.
Men hon vísir á, at tá ið tað verður staðfest í sjálvari ferðslulógini, at null hugsjónin er endamálið við ferðslulógini, er tað bara byrjanin, tí tað er ikki fyrrenn tað er samtykt, at arbeiðið byrjar av álvara.
- Eitt tað fyrsta, vit eiga at gera, er at fáa eina føroyska tjóðar ferðslutrygdarætlan, sum staðfestir endamálið við allari ferðslu á luftini, á landi og á sjónum.
Hon sigur, at tað, at null hugsjónin nú verður staðfest í fersðslulógini, fer at vinda øll, sum hava við ferðslu at gera, tað er Løgting, Landsverk, Akstovu og øll onnur, til altíð at hava ferðslutrygdina er aðalmálið í øllum sum gjørt verður.
Rúna Sivertsen heldur, at enn hava vit langt á mál á hesum øki.
- Viðvíkjandi flúgving ivast ongin í, at tað er trygdin, sum skal raðfestast hægst. Men tá ið vit koyra í bili, hava vit lyndi til at slaka krøvini, tí tá krevja vit at verða flutt skjótt frá staði til stað, men vit góðtaka, at hetta krevur síni offur.
Kortini heldur hon, at hugburðurin er broyttur, tí í nýggju, landsumfatandi samferðsluætlanini hjá Landsverkið, er trygdin hornasteinurin og tað er at fegnast um, sigur Rúna Sivertsen.
Annars heldur forkvinnan, at skal hon nevna nøkur ítøkilig átøk, sum tað er átrokandi at fremja fyri at bøta um ferðslutrygdina, kemur hon at hugsa um tvey tiltøk.
- Í fyrstu atløgu er at hjá teimum ungum sum taka koyrikortið, skal tann fyrsta tíðin verða royndartíð. Í øðrum lagi heldur hon, at klippikortini skulu setast í gildi í Føroyum, har ávís brot á ferðslulógina kosta klipp í kortið og tá ið kortið er fult, kostar tað koyrikortið.
Hon sigur, at eitt, sum royndarkoyrikortið til ungu kann føra við sær, er, at tey hava færri klipp enn tey eldru.
- Og í serliga grovum brotum á ferðslulógina, kann tað vera so, at løgreglan kann taka koyrikortið frá teimum ungu á staðnum, sigur Rúna Sivertsen.










