Ummæli
Martini í Grund hevur spælt í ymsum bólkum gjøgnum tíðirnar, men sum einstaklingur hevur hann ikki gjørt so nógv um seg. Men tað sást ikki aftur fríggjakvøldið.
Við sjálvsáliti og stórari innliving stóð hann á palli, sum um hann ikki hevði gjørt annað. Tað sást, at hann treivst í pallljósinum og nógva roykinum. Millum sangirnar greiddi hann frá, hvat teir vóru um á ein oftani skemtingarsaman hátt, og hetta kom hann eisini væl frá.
Tónleikurin minti eitt skifti um Boys In A Band, men oftari leitaðu tankarnir til karismatiska Nick Cave. Eins og Cave, syngur Martin við einari djúpari og ofta eitt sindur ótamdari rødd.
Mitt í einum sangi fór gøtumaðurin av pallinum og tók ein dans við systir síni. Eitt annarleiðis og frískt íkast.
Í einum øðrum sangi fekk hann hjálp frá Annbritt Poulsen, sum sang sera væl og gav eitt klárt og vakurt mótspæl til djúpu og villu røddina hjá Martini.
Spennandi verður at fylgja unga manninum í framtíðini. Og hevur ein í huga, at hetta er fyrsta framførslan hjá Martini og bólkinum, so var tað ein ómetaliga góð byrjan, og ein kann bara vænta, at framtíðin er ljós hjá teimum.









