Ein grov skuldseting

Mikudagin 22. nov. kl. 18.30 og kl. 23.00 bar útvarp føroya millum annað tey tíðindi um barnaverndirnar í Føroyum, at tær ístaðin fyri at hjálpa børnunum hava gjørt tað mótsatta ? tað vil siga hava gjørt børnunum skaða. Hettar er ein so grov og ljót skuldseting sum vit harðliga átala.

Kollafjarðar barnavernd t. 24.11.2000-11-24 Marian Jacobsen fm., Guðrun Øregaard, skriv., Poula Christiansen, Elsa Rasmussen og Jónas Johnsson



Um hettar er rætt sum sagt bleiv, at hettar var úr eini frágreiðing sum er komin frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, spyrja vit ? nær og hvar og av hvørjum er henda kanning gjørd? Tað hevur í hvussu so er eingin vent sær til okkum spurt um nakað.

Hugsa miðlarnir ikki um hvussu tey foreldur og børn, sum hava nakað við barnaverndirnar at gera mugu kenna seg? At tey hava fingið ein skelk? Hvar skulu tey í framtíðini venda sær? Hvørjum skulu tey hava álit á?