Ein grind funnin aftrat

Grindaboð í Hestfirði og Vágafirði

Ein nýggj grind er nú funnin út fyri Velbastað. Roynt verður nú at reka hana til Havnar, meðan tann fyrra antin verður hildin til í Vestmanna ella í Vágum, upplýsir sýslumaðurin.


- Vit hava júst nú fingið boð um, at fólk hava boðað frá grind út fyri Velbastað. Tann grindin verður rikin til Havnar, meðan tann fyrra grindin verður rikin til Vestmanna ella Vágar, upplýsir sýslumaðurin.


Sambært sýslumanninum er talan um tvær stórar grindir.


- Vit hava ikki eitt nágreiniligt tal, men mett verður, at báðar grindirnar eru okkurt um 200 hval, sigur sýslumaðurin.