Tá myndugleikarnir funnu út av, at ein gomul granat við sinnopsgassi lá millum annað burturkast á havnalagnum í Thyborøn, varð skiparin á garnabátinum, Kathrine Søe, biðin um at koma til lands. Skiparin, Torben Søe, hevði eins og fleiri aðrir í hansara støðu kastað ymiskt burturkast upp í eina rúgvu á bryggjuni í Thyborøn.
Hetta var burturkast, sum teir høvdu fingið í reiðskapin.
Tá havnamyndugleikarnir í Thybobøn løgdu til merkis, at ein sinnopsgranat var millum burturkastið, og at ein arbeiðsmaður vísti seg at hava fingið trupulleikar, varð garnabáturin hjá Torben Søe, Kathrine Søe, kallaður til lands.
Men umborð á HM 624 høvdu teir einki merkt til sinnopsgass. Teir vistu seg heldur ikki at hava fingið hesa granat inn á dekkið.
Tó vísti tað seg, at millum ruskið á bryggjuni í Thyborøn lá ein granat við sinnopsgassi frá seinna heimsbardaga.
At síggja til var hendan sum ein rustaður fótbóltur.
- Eg skilji ikki, at tað júst skulu vera vit, sum hava fingið granatina í reiðskapin, sigur skiparin, Torben Søe.
Hann sigur, at hann og tveir aðrir høvdu verið til fiskiskap í Eystursjónum í fimm vikur, og at teir síðan høvdu ligið í Thyborøn í aðrar tríggjar vikur, har teir høvdu framt ymiskar ábøtur og høvdu riggað skipið til aftur.
Ein arbeiðsmaður á bryggjuni í Thyborøn hevði fingið ávís tekin um, at sinnopsgass kundi verið likið úr granatini, men sambært løgregluni í Mið-og Vesturjútlandi er hetta neyvan so.
Skiparin, Torben Søe, skilir ikki, hví teir eru kallaðir til lands aftur, tí teir vita einki um, at nøkur granat hevur verið umborð hjá teimum.
- Vit halda, at um granatin var komin av okkara skipi, vóru vit ivaleyst vorðnir sjúkir sjálvir, leggur hann aftrat.
Nú skulu myndugleikarnir geva grønt ljós um, at skipið ikki er dálkað, áðrenn Kathrine Søe kann loysa aftur.
Tað eru donsk bløð, sum bera hesi tíðindi.










