Ein grønari dámur

Tórfinn Smith
Býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins

Á umhvørvisøkinum er nógv hent hesi seinastu árini, og tað kann eg bert, sum formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini seinastu trý árini, fegnast um. Ikki minst tí, at alt býráðið, hevur tikið so dyggiliga undir við tí, sum hent er, og tað haldi eg eisini, at fólk flest gera.

Nú sleppa fólk, hvønn dag, lætt og skjótt av við sítt burturkast á snotiligu endurnýtsluni niðanfyri brennistøðina, har fólk samstundis skilja ruskið til endurnýtslu av ymiskum slag.

Í fjør fóru vit undir at skilja pappír frá øðrum húsarhaldsburturkasti. Eg má viðganga, at enn eru ávísir byrjunartrupulleikar, men stórt sæð riggar skipanin væl.

Í løtuni fyrireika vit eina nýggja roykreinsiskipan til brennistøðina, sum verður sett upp í 2006. Tá lúkar brennistøðin øll altjóða umhvørviskrøv.

Endamálið við hesum og komandi tiltøkum á umhvørvisøkinum er, at lætta um hjá fólki, og at skipa okkum so umhvørvisvinarliga sum gjørligt. Umhvørvið hava vit bert til láns, og skal tí varðveitast sum best til komandi ættarlið.

Umhvørvisspurningar eru raðfestir frammalaga. Kommunan hevur fingið ein grønari dám.