Ein gongutúr í illveðrinum

Ungarski landsliðshópurin spákaði sær ein túr í illveðrinum seinnapartin.

Ungarski landsliðshópurin, sum í annaðkvøld skal dystast ímóti Føroyum í fyrsta dystinum í nýggju HM-undankappingini, kom til Føroya í gjárkvøldið


Í dag hevur mangt og hvat verið á skránni hjá ungarska hópinum, men ikki kann sigast, at veðrið hevur tikið væl ímóti gestum okkara.


Les eisini: Ungararnir eru komnir


Umframt venjing og tíðindafund, so hevur ungarski hópurin eisini verið ein stuttan túr í havnargøtum.


- Landsliðsleikararnir vóru mánadag seinnapart á havnalagnum í føroyska høvuðsstaðnum, ein hálvan tíma langan gongutúr. Ógvuliga óinnbjóðandi, vátt og kalt veður, skrivar ungarska fótbóltssambandið á facebook.


Landsdysturin ímillum Føroyar og Ungarn verður á Tórsvølli í annaðkvøld kl.19.45. Rás2 og in.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.