Ein góð tíð hjá fiskimonnum

Hetta seinasta hálva árið hava pílarnir peikað upp eftir

Hendan seinasta tíðin hevur verið góð hjá fiskimonnum.

 

Eitt yvirlit hjá hagstovuni vísir nevniliga, at higartil í hava hýrurnar hjá fiskimonnum verið munandi hægri enni fjør.

 

Yvitlitið vísir, at higartil í ár hava hýrurnar hjá fiskimonnum verið 564 milliónir. Tað eru heilar 114 milliónir meiri enn í fjør, ella ikki minni enn 25,4 prosent í vøkstri.

 

Eisini í ali - og kryvjivirkjum eru lønirnar 178 milliónir, sum er nakað hægri enn í fjør, men í fiskavøruídnaðinum er at kalla ongin broyting.