Løgtingið er væl á veg at samtykkja, at útlendingar við føroyskum fiskiskipum, skulu verða løntir eftir føroyskum sáttmálum.
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram, sum hevur elvt til nógv kjak í løgtinginum.
Endamálið við uppskotinum er at krevja tað í lógini, at útlendingar við føroyskum fiskiskipum, skulu vera løntir eftir føroyskum sáttmálum.
Nógv í samgonguni, ikki minst landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hava verið ímóti hesum tí tað er at gera seg inn á frælsa samráðingarrættin.
Men nógv í samgonguni eru eisini so illa skelkað av málinum um Anitu, at tey hava tikið undir við málinum.
Beint nú kom fram, at løgfrøðiligir trupulleikar kunnu standast av at samtykkja uppskotið, men heldur ikki tað fekk tinglimir í samgonguni at aftra seg.
Bæði Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, mæltu Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
- Ein góð samvitska er tann besti koddin, segði Bill Justinussen og hann mælti Løgtinginum til at fara í summarfrí við góðari samvitsku.
Tí verður tað samtykt, skal tað til viðgerðar einaferð afturat og so kann Løgtingið greiða tey ivamálini sum eru, til triðju viðgerð. Verður uppskotið har afturímóti felt, dettur tað burtur.
Men stórur meiriluti samtykti uppskotið, og sostatt fær løgtingið eitt skotbrá at fáa ivamálini av vegnum, til málið kemur til 3. viðgerð, sum er endalig.
|