Týsdagin 22. mars 2022 var endiliga ein glotti at hóma í tí kríggi, sum hevur leikað á í ein mána millum Russland og Ukraina. Forsetin Zelinsky segði at hann helt at tað var best at Ukraina ikki gjørdist limur í Nato.
Øll vita, at orsøkin til kríggið er, at tá Sovjetsamveldið skramblaði saman fyri tretivu árum síðani var størsta ynskið hjá russum at menna landið í samstarvi við USA og onnur framkomin lond. Hetta lá væl fyri, tí russar eru dugnaligir, og teir høvdu kunna framleitt vørur og tænastur, sum kundu gjørt lívið hjá mannaættini lættari. Putin kom til valdið í Russlandi, og hann spurdi amerikanska forsetan Clinton um Russland kundi gerast limur í Nato. Hetta hevur Russland loyvi til at søkja um at gerast sum onnur sjálvstøðug lond. Harvið var trygdin hjá Russlandi vard, tí so hevði eitt álop á Russland verið eitt álop á øll hini natolondini. Tá hevði ligið væl fyri at menna búskapin í Russlandi til gagn fyri alt Europa og allan heimin.
Men Clinton svaraði ikki umsóknini hjá Putin um russiskan natolimaskap. Hetta er tað sama sum at siga nei. Nú er Nato vaksið eystureftir og tað er fyri at verja natolondini ímóti Russlandi. Alt verður øst upp í varg. Natolondini dubba seg fyri at standa ímóti russiskum álopum og Russland dubbar seg fyi at standa ímóti álopum frá Nato.
Vit kunnu ið hvussu er siga, at russar hava ringar royndir av álopum vestanifrá. Síðstu tvær øldirnar hava teir tríggjar ferðir kent sviðan. Í 1812 legði heimsins størsti herur við tí geniala herovastanum Napoleon á odda á Russland og tók Moskva. Men tveir mánar seinni flýddi Napoleon sum avbardur hundur vestur um markið eftir at hava dripið russar í hópatali. Í 1914 lýsti kaisararnir í Týsklandi og Eysturríki kríggj ímóti Russlandi har teir gjørdu nógvan skaða. Fýra ár seinni var eingin kaisari í hesum londum. Í 1939 gjørdu Stalin og Hitler ein ikkiálopssáttmála. 22. juni 1941 legði Hitler á Stalin, og drap 20 milliónir russarar. Men russar bardust manniliga. Av hvørjum tíggju týsku hermonnunum sum doyðu í hesum kríggi doyðu teir níggju á eysturhermótinum millum Týskland og Russland, meðan ein doyði í bardaga við Frakland, Stórabretland og USA – og okkum, sum tá vóru sameindir við Russland. Vit vunnu, og álopsmaðurin forgjørdi sær
Fyri at sleppa undan eini slíkari vanlukku royndi Russland at fyribyrgja at nýtt álop fór at koma frá grannalondunum vestanfyri, sum russiski herurin hevði tikið í bardaganum ímóti Hitler. Hetta elvdi til kalda kríggið, sum endaði við at kommunistiska stjórnin í Russlandi fall.
Nú hevur Russland so hildið at tað var neyðugt at seta eina striku í sandin og forða fyri at Ukraina gerst limur í Nato.
At Zelinsky nú boðar frá at Ukraina ikki fer at søkja um natolimaskap er tí ein stórhending. Hetta kann slóða fyri at natolondini viðurkenna at tað verður neyðugt at tað ræður um at fáa Russland upp í heimssamfelagið og at USA játtar umsóknina hjá Putin um natolimaskap.
Ein er tíðin til kriggj. Ein er tíðin til frið.
Nú er tíð til frið at venda.
Zakarias Wang