- Hetta er ein gleðisdagur fyri Tórsavnar Kommunu.
Tað staðfestu býráðslimir í Havn í kvøld. Og tað, sum var so gleðiligt, var, at í kvøld hevur býráðið samtykt at bjóða arbeiðið at byggja nýggjan musikkskúla, út.
Hetta er ein ætlan, sum hevur verið kastað aftur og fram í seks ár og hesa tíðína hevur skúlin verið fluttur aftur og fram fleiri ferður, fyrst úr Sortudíki, út á Landavegin, síðani oman á Skálatrøð, og so loksins út aftur á Landavegin, har hann nú verður bygdur.
Hesin skúlin, sum nú verður bygdur á Landavegnum, verður 500 fermetrar størri enn upprunaliga ætlað.
Serliga verður konserthøllin størri og har verður eisini pláss fyri yvir 300 áhoyrarum, men eisini í aðrar mátar verður hann størri, so at bæði lærarar og næmingar fáa betri umstøður, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum.
Skúlin er lagdur til rættis í tøttum samstarvi við musikkskúlan, og starvsfólk har, og nú fáa vit ein skúla, sum er framtíðartryggjaður í minst 50 ár fram, sigur hon.
Hann verður nú bjóðaður út, og eftir summarfrítíðina verður grabbin settur í. Av tí at skúlin verður boðin út, vil býráðið ikki siga, hvat hann er mettur at kosta.
Men býráðslimir eru samdir um, at nú ber ikki til at finna uppá fleiri orsøkir til at flyta og útseta byggingina. Verður hann útsettur enn einaferð, er tað onki annað enn tekin um ein illvilja ímóti, at hann verður bygdur vóru tað býráðslimir, sum staðfestu.
Og tá ið avtornaði, varð einmælt samtykt at bjóða arbeiðið út.