Mentanarnattin í Havn byrjar í kvøld, og klokkan 16 í dag letur ein stór listaframsýning upp í Listasavni Føroya í Gundadali.
Eingin Várframsýning hevur verið í ár. Várframsýningin er altíð sensurerað, men tað er hendan framsýningin ikki.
- Øllum limunum í felagnum Føroysk Myndlistafólk stóð í boði at luttaka, og umleið helvtin tók av, sigur Kári Svensson, sum saman við Jóruni Danialsdóttir og Jónu Mortensen hevur hongt framsýningina upp.
16 listafólk sýna fram 61 verk. Tað er einki tema. Listafólkini hava sjálvi gjørt av, hvørji verk og hvussu nógv tey vildu sýna fram.
Stór framsýning
Tey 16 listafólkini eru Jóhan Martin Christiansen, Oggi Lamhauge, Vígdis Petersen, Ole Wich, Unn Joensen, Philippe Carré, Øssur Mohr, Eli Smith, Eyðun av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Arnold Vegghamar, Astrid Andreasen, Amariel Norðoy, Jórunn Danialsdóttir, Jóna Rasmussen og Kári Svensson.
Virknu listafólkini Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn eru ikki við á hesi framsýningini, tí tey eru á Summarframsýningini i Norðurlandahúsinum.
Framsýningin er sera fjølbroytt. Málningar, grafikkur, áseymað, vatnlitsmyndir, brotmyndir (mosaikkur) og installasjónir.
Har eru nógvir glaðir litir.
Sum nakað sjáldsamt kann nevnast, at Eli Smith hevur nakrar brotmyndir við gróti úr Føroyum og øðrum londum.
Verkini hjá Ole Wich eru sjáldsom upp á ein annan máta. Hann hevur sett upp petti av eini bingju, og verkið kallar hann Tróndur Patursson/Ole Wich negativ, tí pettini eru avlop frá Tróndi. Hesi pettini selur hann fyri eina krónur grammið.
Framsýningin er opin í dag frá klokkan 16 til 21 og heldur fram til 1. juli.