Fyrsti dagurin á Summarfestivalinum var ógvuliga friðarligur.
- Tað hevur ikki verið nakað nevnivert hjá løgregluni at gera á Summarfestivalinum, so vit kunnu bara krússa fingrar fyri, at tað heldur áfram restina av festivalinum, sigur vakthavandi á politistøðini.
Tó var ein gestur á Summarfestivalinum, sum hevði fingið ov nógv niðurum, og skuldi sova rúsin av sær.
- Vit hava havt ein liggjandi gest, sum gjørdist nakað fullur og ómøguligur. Hann fær eina heilsan frá okkum um brot á politiviðtøkurnar, sigur vakthavandi.










