Ein øgiligur lætti at sleppa undan at leggja uppí

Varð semja ikki gjørd ímillum Starvsmannafelagið og fíggjarmálaráðið hósdagin, hevði landsstýrið lagt uppskotið fyri Løgtingið um at tvinga strandfaraskipini aftur í sigling, sigur løgmaður

Arbeiðssteðgur

 Tað var ein øgiliga stórur lætti at sleppa frá at biðja Løgtingið leggja upp í arbeiðsósemjun ímillum Starvsmannafelagið og og Fíggjarmálaráðið.
 Tað ásannaði løgmaður eftir at semjan varð undirskrivað á miðdegi hósdagin og arbeiðssteðgurin hjá Starvsmannafelagnum endaði.
Samgongan var annars til reiðar at biðja løgtingið leggja upp í arbeiðsósemjuna fyri at fáa skipini hjá Strandferðsluni aftur í sigling, so at útjaðarin ikki skuldi vera avbyrgdur.
Eitt uppskot varð klárt at leggja fyri løgtingið um at longja sáttmálan hjá teimum limunum í Starvsmannafelagnum, sum sigla hjá Strandferðsluni.
Tá ið samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur, játtaði landsstýrið at taka uppskotið aftur og partarnir fingu skrivliga váttan um hetta, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.
Men uppskotið varð ikki tikið meiri aftur enn so, enn at komu partarnir heldur ikki til semju hósdagin, hevðu landsstýrið lagt tað fyri tingið.
Tað sigur Løgmaður og samgongna stóð tískil fast við kravið um, at skipini skuldu aftur í sigling nú.

Vigaðu fyrimunir og vansar
Men nú semja fekst í lag, loysti tann trupulleikin seg sjálvur.
 Tað var ein stórur lætti, tí tað smakkaði øllum ógvuliga illa at taka eitt slíkt stig tað er at fara í Løgtingið við einum slikum uppskoti.
Men Løgmaður sigur, at í hesum føri vórðu fyrimunir og vansar gjølliga vigaðir upp ímóti hvørjum øðrum.
 Men tað gekk sjón fyri søgn, hvussu stórar avleiðingar arbeiðssteðgurin hevði fyri útjaðaran av tí at skipini liggja, og tað kundi samgongan ikki standa modell til. Samdust partarnir ikki, var tað sostatt neyðugt at leggja uppskotið fyri løgtingið, hóast tað stríðir ímóti grundleggjandi fakfelagsrættarligum prinsippum.
Løgmaður staðfestir eisini, at hendan vikan, arbeiðssteðgurin hevur verið, var gott veður, men samstundis, sum semjan var funnin, brast hann á og tað hevði ikki verið tespuligt og als ikki vandaleyst at siglt um firðir og sund á vetrardegi.
Heldur tú, at tað hevur skundað undir samráðingarnar, at landsstýrið hótti við at leggja málið fyri løgtingið?
 Tað er ógvuliga ilt at meta um. Í øllum førum var tað ikki endamálið við uppskotinum.
Nú endaði semjan við eini lønarhækking uppá 0,9%, eftir at landið hevur ligið lamið í eina viku, tí at landsstýrið vildi ikki góðtaka eina lønarhækking upp á 1%.
Tað er ein munur upp á 0,1%.
 Tað er ofta tað, sum hendir í eini ósemju, at semja fæst, hóast partarnir ikki flyta seg nakað serligt.
Nú endaði tað við einum eittárssáttmála.
Løgmanni hevði dámað betri ein tvey ára sáttmála, men tað eydnaðist ikki.
 Ein eitt árssáttmáli ger tað torførari at leggja til rættis og at leggja fíggjarlógir, tí tað er ikki lætt at meta um lønarútreiðslurnar.
 Men ein avgjørdur vansi við einum eittárssáttmála, er, at tað krevur ómetaliga nógva orku, bæði frá Fíggjarmálaráðnum og frá fakfeløgunum at samráðast um lønir. Tað er ikki meiri enn ein sáttmáli er liðugur, so skal samráðast um tann næsta og tað tekur orku frá øðrum, týðandi málum, heldur løgmaður.