Ein øgiligur lætti

HB-liðskiparin helt tað vera langt síðani, at teir á liðnum høvdu fegnast somikið nógv um ein sigur

Turbolensurin kring HB hevur verið stórur seinastu tíðina. Misjøvn avrik og úrslit hava sent liðið úr oddastríðnum í FM-kappingini, og fyri tveimum vikum síðani kókaði yvir, tá Krzysztof Popczynski fekk sekkin frá leiðsluni í felagnum.

Ein málleysur javnleikur í Vági stutt eftir fekk heldur ikki sissað viðhaldsfólkini nakað serligt, men við sigrinum í gjár hevur HB í øllum førum rokkið fremsta málið, sum varð sett við nýggja venjaranum.

- Ja, hetta var ein stórur lætti hjá okkum. Í FM-kappingini eru vit meira ella minni afturúrsigldir, og tí er steypakappingin nú fremsta málið hjá okkum. Tað kravdi, at vit ikki tveittu nakað burtur í Vági, og tíbetur hildu vit eisini fast, sigur Jákup á Borg, sum saman við liðfeløgunum fegnaðist um sigurin.

- Tað kanst tú ætla. Hetta tók eina stóra byrðu av okkum, og fagnaðurin eftir sigurin var øgiligur. Ja, tað er langt síðani, at vit hava verið somikið fegnir um ein sigur, heldur hann.

Spurdur, hvørt hann heldur, at HB við hesum hevur lyft seg úr kreppuni, svarar Jákup, at tað fer hann ikki at svara fyri her og nú.

- Tað fer tíðin at vísa. Men við hesum fingu vit í øllum førum eitt ordans lyft. Fólk funnust kanska at okkum, tá vit spældu 0-0 í Vági herfyri, men tað haldi eg nú slettis ikki var so galið. Tann dystin var setningurin, at vit nú skuldu fyrireika okkum til steypakappingina og Europa-Cup. Steypafinaluna rukku vit í gjárkvøldið, og vit hava nú tvær ferðir á rað hildið nullið. Og tað er so avgjørt ikki tað, sum vit hava verið bestir til í ár. So eg haldi avgjørt ikki, at vit skulu vera serliga ónøgdir her og nú.

- Nú kunnu vit so fara í summarfrí við røttum ryggi. Talan verður kanska ikki um nakra langa feriu, tí longu mikudagin byrjar venjingin aftur. Men tað er ein góð kensla hjá okkum øllum, at vit nú hava reist okkum nakað, sigur Jákup á Borg.