Hondbóltur
Fram til mikudagin í farnu viku hevur støðutakanin til mál av hesum slagnum annars verið rættiliga greið og einføld. Hondbóltssambandið hevur í fleiri líknandi málum avvíst at nýta sjónbandaupptøkur, tá gerast skal av, um spælarar skulu sektast ella ikki. Grundgevingin hevur fyrst og fremst verið, at siðvenja ikki hevur verið fyri hesum. Og at greiðar reglur mugu gerast á økinum, áðrenn farið verður undir at nýta hetta próvtilfar.
Tá alt kom til alt, varð hetta eisini niðurstøðan hjá Ítrótardómstólinum hjá ÍSF. Men undan hesum hevði talan verið um eitt sirkus av teimum stóru, har Nicoleta Radu Hansen gjøgnum størsta partin av vikuni var í brennideplinum, uttan at vita, hvørt hon fekk møguleika at spæla í finaluni ella ikki.
Skeiv grundgeving
Í sjálvum sær var avgerðin hjá Stjørnuni at kæra nóg so óvanlig. Men handfaringin hjá Kappingarnevndini av kæruni tóktist ikki minni óvanlig.
Heldur enn at vísa til vantandi siðvenjuna á økinum, vísti nevndin á, at tey í kanningararbeiði sínum vóru komin eftir, at danska Hondbóltssambandið ikki nýtti sjónbandaupptøkur í sínari málsviðgerð. Og at HSF tí ikki metti seg kunna nýta slíkt tilfar.
Stóri trupulleikin í hesum var, at grundgevingin ikki var heilt í tráð við veruleikan. Reglurnar hjá EHF staðfesta, at tey ikki nýta sjónbandaupptøkur í sínum støðutakanum, men hinvegin setndur tað limalondunum frítt at gera av, hvørt tey nýta hetta. Og júst í Danmark hava tey reglur fyri hesum. Sambært grein 6.20 í reglunum fyri Turneringsudvalget, so kunnu spælarar revsast fyri atburð sín á vøllinum, við sjónbandaupptøkum sum grundarlag.
Negativ heimild
Hesa grundgeving vildi Stjørnan ikki finna seg í, og tí varð málið kært fyri Dómsnevndina, sum á fundi fríggjakvøldið tók støðu til spurningin.
Her staðfesti Dómsnevndin, at grundarlagið hjá Kappingarnevndini fyri avgerðini ikki var haldgott. Hartil staðfesti nevndin eisini, at tá IHF loyvir nýtslu av upptøkum - um limalond ynskja hetta - og tað samstundis ikki var stafðest, at HSF ikki kann nýta slíkar upptøkur, so var talan um haldgott grundarlag.
Tveir stórir trupulleikar tóktust tó alt fyri eitt vera í hesi avgerð. Fyrst og fremst, so broytti Dómsnevndin við hesum brádliga eina siðvenju, sum annars ikki hevur verið at vika seinnu árini. Fleiri dømi eru um mál, har videoupptøkur eru sendar HSF, men hvørja ferð heur hetta verið afturvíst sum grundarlag.
Hartil, so byggir argumentatiónin hjá Dómsnevndini á ein negativ-lista. Ein lista, har dómsnevndin staðfestir, at tá tað ikki finst nøkur greið heimild til ikki at nýta sjónbandaupptøkur sum grundarlag, so er eingin forðing fyri hesum. Vanliga plaga reglurnar fyri kæruviðgerðir at vera grundaðar á ein positiv-lista. Einum lista, har tað greitt framgongur, hvørjar próvførslur skulu nýtast, og í hvønn mun revsingar kunnu verða útmáldar.
Prinsipp-mál
Tá alt kom til alt, so staðfesti Ítróttardómstólurin, at tað ikki uttan víðari bar til at broyta framferðarhátt. Ella við øðrum orðum, at tað ikki ber til at broyta siðvenju um video-upptøkur grundað á eina einstaka hending. Til tess hevur eitt mál av hesum slag alt ov stóran prinsipiellan týdning. Og so munaði tað minni, at Neistin í síni kæru eisini royndi at taka støðu til sjálvan skuldarspurningin, sum fyri sovítt er prinsippinum púrasta óviðkomandi.
Tað fer eftir øllum at døma at merkja, at komandi aðalfundurin hjá HSF skal taka støðu til, í hvønn mun og hvussu sjónbandaupptøkur skulu nýtast sum grundarlag undir eini støðutakan. Kanska eisini so, at veruligar discipliner-reglur verða gjørdar. Hetta varð í fjør gjørt innan føroyska fótbóltsheimin, og hóast fólk hgelst eru ymiskt á máli um dóamarnir, sum higartil eru folnir, so hevur hetta givið Kappingarnevndini nakrar greiðir heimildir. Eins og tað verður staðfest, hvørjar heimildir nevndin ikki hevur.
Í so máta kann málið viðvíkjandi Nicoletu Radu Hansen væl hava sett hol á eitt neyðugt kjak innan føroyska hondbóltsheimin. Og í tað man eisini vera størsti glottin í einum máli, sum í nógvar mátar hevur verið eitt skúladømi um, hvussu mál og málsviðgerðir ikki skulu handfarast.