Rasmus Knudsen og 07 Vestur fara hvør sín veg. Danski bakkurin, sum er blivin ein lyklaspælari, gevst av somu orsøk sum Michael Schjønberg. Hann saknar familjuna og hevur tí vent nøsini heim til Danmarkar.
Rasmus Knudsen hevur sett sín dám á 07 Vestur, síðani hann kom til í summar í fjør. Hann er vinstri bakkur og hevur staðið á odda fyri deyðbóltunum. Bæði tá tað kemur til at sparka, men eisini kasta. Hann hevur eitt gott langt innkast, sum 07 Vestur mangan hevur notið gott av.
07 Vestur gjørdi skjótt av og fann ein navnframan norskan venjara, at avloysa Michael Schjønberg. Tað er Lars Arne Nilsen, sum millum annað hevur verið venjari hjá Gilla Rólantssyni og Vegard Forren í Brann Bergen.
Nú er so spurningurin, um 07 Vestur skal hava ein nýggjan vinstra bakk. Felagið liggur á fimta plássi í landskappingini og er í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
1 | KÍ | 16 | 16 | 0 | 0 | 44 | 8 | 36 | 48 | |
2 | B36 | 16 | 12 | 0 | 4 | 34 | 15 | 19 | 36 | |
3 | HB | 16 | 11 | 2 | 3 | 37 | 10 | 27 | 35 | |
4 | Víkingur | 16 | 8 | 3 | 5 | 35 | 18 | 17 | 27 | |
5 | 07 Vestur | 15 | 7 | 1 | 7 | 24 | 24 | 0 | 22 | |
6 | TB | 15 | 4 | 3 | 8 | 11 | 33 | -22 | 15 | |
7 | EB/S | 15 | 4 | 1 | 10 | 11 | 28 | -17 | 13 | |
8 | B68 | 15 | 2 | 5 | 8 | 13 | 27 | -14 | 11 | |
9 | ÍF | 15 | 3 | 0 | 12 | 12 | 36 | -24 | 9 | |
10 | AB | 15 | 2 | 1 | 12 | 9 | 31 | -22 | 7 |